Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 162
310
Vallærugrein
Endamálið
5. Endamálið er,
a) at næmingamir fáa ymiskar ítróttarligar upplivingar og royndir,
b) at næmingamir menna rørslugleði sína, kropsliga samleikan og samarbeiðsevni,
c) at næmingamir læra at brúka kroppin rætt og skapandi,
d) at næmingamir læra at fóta sær væl ítróttarliga,
e) at næmingamir fáa kunnleika til tann heilsuliga týdning, sum kropsíðkan hevur,
f) at næmingamir læra um uppgávumar hjá ítrótti, bæði á einstaklings- og samfelagsstøði og
g) at næmingamir eggjast til framhaldandi kropsligt virkni.
Undirvísingin
6. Undirvísingin fevnir um verklig og ástøðilig faklig øki, sum verða samanflættað, har tað er hóskandi. Roynt
verður at fáa líka stóran part til verklig (høvuðsøki I) og ástøðilig (høvuðsøki II) øki. Royndir verða gjørdar og
frágreiðingar skrivaðar.
Innihaldið í undirvísingini
7.1 Høvuðsøki I:
1) upphitan
2) grundvenjing, (t.d. vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika og rørslu) og/ella skapandi rørsluhæt-
tir,
3) ítróttir/evnir t.d.
- einstaklingsítróttir (sum svimjing, fimleik, frælsan ítrótt),
- liðítróttir (sum handbólt, kurvabólt, flogbólt, stavbólt)
- ítróttarevni (sum kettjaraspøl, uttanduraítriv, kavaítrótt, tónleik og rørslu).
7.2 Næmingamir skulu hava undirvísing í í minsta lagi tveimum ítróttum/evnum. Vavið av hvørjum av hesum
greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum. Tá undirvísingar-
gongd verður vald, skal fjølbroytni havast í huga.
8.1 Høvuðsøki II:
A. Tað náttúruvísindaliga økið:
Við støði í rørslukervinum í mannakroppinum, arbeiðslívvirkisfrøði og serligum ástøði verður arbeitt við
evnum, sum hava týdning fyri kropsligt avrik og heilsu.
B. Tað hugvísindaliga og samfelagsvísindaliga økið:
Við støði í ítróttarsosiologi og ítróttarsøgu verða tær skiftandi uppgávur, sum ítrótturin hevur bæði á ein-
staklings- og samfelagsstøði, lýstar, har høvuðsdenturin verður lagdur á føroysk viðurskifti.
8.2 Lisnar verða tilsamans 150-200 síður. Tað náttúmvísindaliga økið og tað hugvísindaliga og samfelagsliga
økið skulu hvørt sær fevna um í minsta lagi ein triðing av tí, ið lisið verður.
8.3 Teld er partur av undirvísingini.
8.4 Munnliga og skrivliga framsetingarevni verða vand í sambandi við ástøðiligu undirvísingina. Næmingamir
gera 6 frágreiðingar um kanningar og royndir.
Próvtøkan
9.1 Hildin verður ein munnlig-verklig próvtøka, sum varir 45 minuttir hjá hvøtjum próvtakara, íroknað hissini
uppsetingar og flutningur. Fyrireikingartíðin er umleið 20 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan
íroknað.
9.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum:
Uppgivið verður ein upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, ið fevnir um annaðhvørt gmndvenjing ella skap-
andi rørslur, og 2 ítróttir/evni, sum næmingurin hevur fingið undirvísing í í minsta lagi 12 pultstímar.
Frá høvuðsøki II verða uml. 150 síður givnar upp (í minsta lagi 1/3 frá hvøijum øki) saman við frágreiðingum
um gjørdar kanningar og royndir.
9.3 Fyri at halda tað støðið, ið er nátt í tí verkliga partinum, tá undirvísingin heldur uppat, kunnu lærarar og
næmingar hittast 2-3 ferðir til venjing í ítrótti undan tí munnligu próvtøkuni.