Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Qupperneq 180
HF-kunngerðin
328
Fylgiskjal 22
Juli 1996
Spanskt byrjanarmál
Vallærugrein
Endamálið
1. Endamálið er,
a) at næmingamir verða førir fyri at lesa og skilja eyðskiltar spanskar tekstir,
b) at næmingamir venjast í munnligum málfimi og fatan av talaðum sponskum, og
c) at næmingamir gjøgnum arbeiðið við tekstunum fáa kunnleika til mentanarviðurskifti í Spania og Latín-
amerika.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at næmingamir fáa eina málsliga vitan og eitt mentanarligt inn-
lit, sum eisini í longdini kann vera teimum at gagni.
2.2 Við støði í tekstunum verður arbeitt miðvíst við orðatilfar og mállæm, soleiðis at næmingamir læra at skilja
talað og skrivað spanskt, og soleiðis at teir fáa málslig amboð til munnliga og skrivliga at málbera seg á einum
einføldum máli um teir lisnu tekstimar og evnini.
2.3 Tað skrivliga arbeiðið skal stuðla tí munnliga málburðinum og skal málsliga og innihaldsliga vera eitt na-
túrligt framhald av dagliga arbeiðinum við tekstunum. Tað skal hjálpa næmingunum at skilja tann málsliga
bygnaðin í tí spanska málinum.
2.4 Arbeiðið við tekstunum skal venja munnligu framsetingarevnini hjá næmingunum, soleiðis at teir læra at
greiða frá og viðgera evni, ið em týðandi fyri spanska og latínamerikanska metanarøkið.
2.5 Teld er partur av undirvísingini.
2.6 Næmingamir fáa undirvísing í skilagóðum brúki av orðabókum og øðmm hjálparmiðlum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lisnar verða í minsta lagi 120 normalsíður umfarmt byrjanartilfar, sum í vavi er umleið 50 síður. Lesipens-
um verður sett saman av tekstum úr Spania og Latínamerika. Tekstir, sum em umsettir til spanskt úr staðbundn-
um máli í spanskttalandi øki, kunnu vera partur av lesipensum.
3.2 Ein partur av tekstunum verður lisin nágreiniliga, aðrir leysliga, og brúktir verða ymiskir lestrarhættir.
Ymisk sløg av tekstum, hemndir filmar, ljóðbond og myndir skulu nýtast.
3 J Lesipensum kann fevna um arbeiði við av-tilfari, hemppií edv-tilfar, í í mesta lagi 20 pultstímar, soleiðis at
ein pultstími við av-undirvísing svarar til 1,5 normalsíðu, tó í mesta lagi 30 normalsíður.
3.4 Skrivliga arbeiðið fer ffam lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir um 6 fríar
uppgávur á 1-2 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu.
3.5 I sambandi við skrivliga arbeiðið, og tá ið skrivligu uppgávumar verða latnar næmingunum aftur, fáa næm-
ingamir vegleiðing bæði í felag og einsæris.
Høvuðsuppgávan
4.1 Evnið á uppgávuni og arbeiðshátturin skulu liggja innan karmamar í læmgreinini.
4.2 Høvuðsbókmentimar, sum fevna um umleið 30 síður, verða lisnar á sponskum. Sitat, sum verða tikin hað-
ani, verða skrivað á sponskum. A tittulblaðnum verður víst á høvuðsbókmentir, sum hava verið brúktar. f ar-
beiðinum við økinum, sum uppgávan byggir á, kann sum ískoyti brúkast tilfar á føroyskum ella øðmm málum.
Verður mynda- og bandatilfar brúkt sum ein lítil partur av høvuðsbókmentunum, skal tað vera til taks við døm-
ingina av svarinum. Høvuðsbókmentimar kunnu ikki vera partur av lesipensum hjá valbólkinum.
4.3 Uppgávan verður vanliga skrivað á føroyskum. Dugir næmingurin betur spanskt enn føroyskt, kann upp-
gávan kortini skrivast á sponskum. Verður hon skrivað á sponskum, skal eisini økið og uppgávuheitið orðast á
sponskum. At uppgávan er skrivað á sponskum, verður ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í døming-
ini.