Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Síða 188
336
5.7 f fyrireikingartíðini kann próvtakarin hava við sær alt tað tilfar, ið hevur verið nýtt í undirvísingini, herund-
ir eisini uppgávur, ið næmingarnir í flokkinum hava gjørt, og harumframt egnar uppskriftir. Undir próvhoyr-
ingini hava næmingamir bert loyvi at taka tær uppskriftir við sær inn, ið teir hava gjørt í fyrireikingartíðini, og
harumframt slíkt tilfar, sum í aðramáta verður nýtt undir próvhoyringini, men eitt beinleiðis handrit til upplest-
ur telur ikki positivt í dømingini.
6. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
HF-kunngerðin
Teldufrøði
Vallærugrein
Endamálið
Fylgiskjal 25
Juli 1996
1. Endamálið er, at næmingamir
a) fáa teldufrøðiligt innlit, sum sambindur verkligan førleika og ástøðiliga fatan,
b) ogna sær teldufrøðiligt hugtaksamboð til at lýsa og fata informatións- og dátuviðgerð,
c) fáa kunnleika og førleika at loysa greiðsluevni við teldufrøðiligum háttaløgum,
d) fáa kunnleika til dømi um ymisk teldufrøðilig brúksøki,
e) verða førir fyri at orða seg skrivliga og munnliga um teldufrøðilig evni, og
f) menna teirra skapanarevni og hugflog gjøgnum arbeiði við ítøkiligum teldufrøðiligum greiðsluevnismálum.
Undirvísingin
2.1 Undirvísingin verður skipað við støði f einum ávísum tali av verkætlanum. Hvør undirvísingargongd hevur
bæði verkligar og ástøðiligar partar, eins og styttri, reglufastar gongdir kunnu vera partar av undirvísingini. Tal-
ið av verkætlanum verður lagað eftir vavi teirra. Sum partur av undirvísingini skriva næmingamir 4 frágreið-
ingar. Frágreiðingamar verða skrivaðar í tilknýti til eina heila verkætlan ella partar av eini slíklari. Fleiri frá-
greiðingar kunnu skrivast í tilknýti til somu verkætlan, eins og ein frágreiðing kann fevna um tilfar frá fleiri ver-
kætlanum. f sambandi við verkætlan kann valbólkurin arbeiða í felag ella í smærri bólkum. f mesta lagi 4 næm-
ingar kunnu skriva frágreiðing í felag. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingamar.
2.2 Undirvísingin fevnir um 3 høvuðsøki (smbr. 3.1) og eitt valfntt evni, sum øll skulu viga javnt í undirvísing-
ini. Hvør verkætlan skal viðgera evni frá einum ella fleiri av hesum.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Tey 3 høvuðsøkini í undirvísingini em:
- greiðsluevnissetningur
- forritan
- maskinarkitekturur.
Arbeiðið við høvuðsøkjunum skal í minsta lagi fevna um hesi evni:
- Formskipan
- Frymlahugtakið
- Amboðsforrit
- Brigdil og dátubygnaður
- Bygnaður í eftirkanningarforritum
- Mótulhugtakið
- Syntaks og semantikk
- Kervisforrit
- Bygnaðin í telduni
3.2 Sum forritanarmál verður valt eitt alment, hægri forritanarmál ella eitt mál, ið er knýtt at einum amboðsfor-
riti, møguluga ein sameining av hesum báðum.
3.3 Valfría evnið verður lagt til rættis við støði í fortreytum og áhugamálum hjá næmingunum og læraranum.
Møguleiki er fyri at dýpa høvuðsøkini ella taka nýggj evni uppí. Næmingamir velja einsæris, í bólkum ella í fel-