Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 189
337
ag í valbólkinum tað evnið, sum teir ynskja at arbeiða við. Val næminganna av evni skal góðkennast av læraran-
um.
3.4 Tær 4 frágreiðingamar skulu til samans spenna víða, soleiðis at í minsta lagi 3 av økjunum: greiðsluevnis-
setningur, forritan, maskinarkitekturur, umframt valfrítt evni eru umboðað.
3.5 Lesipensum er 150-200 síður. Tær 4 frágreiðingamar verða roknaðar uppí við tí veruliga síðutalinum, tó í
mesta lagi við 10 síðum fyri hvørja frágreiðing.
3.6 Um ein næmingur í sambandi við, at hann skrivar høvuðsuppgávu (smb. fylgiskjal 32), ynskir at nýta edv-
útgerð, sum ikki finst á skúlanum, skal lærarin góðkenna hetta.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum 110-130 síður, íroknað í min-
sta lagi 3 av teimum 4 frágreiðingunum. Frágreiðingamar, sum verða givnar upp, skulu roknast uppí við tí ver-
uliga síðutalinum, tó við í mesta lagi 10 síðum fyri hvørja frágreiðing. Verða bólkafrágreiðingar uppgivnar,
uppgeva allir bólkalimimir alla frágreiðingina. Av evnunum: greiðsluevnisetningur, forritan, maskinarkitektur-
ur og valfrít evni, skulu í minsta lagi 3 vera umboðað í próvtøkupensum.
4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum, smbr. 3.5.
4.4 í fyrireikingartíðini má próvtakaran brúka alt tað tilfarið, sum hevur verið brúkt í undirvísingini. Hetta fevn-
ir eisini um egnar uppskriftir, sum em gjørdar í sambandi við undirvísingina, hemndir eisini uppskriftir, sum em
gjørdar í arbeiðsbólkum og fjølritaðar til bólkaluttakaramar. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin und-
ir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, umframt egnar frágreiðingar, men
eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
4.5 Til próvhoyringina verður settur ein spumingur. Einstaki próvtøkuspumingurin verður orðaður við einari
evnisyvirskrift, men verður hammframt greindur við undirspumingum ella leiðorðum, sum kunnu vegleiða
próvtakaran. Fylgisskjøl kunnu verða løgd við próvtøkuspuminginum, men tað skal greitt tilskilast, um tilfar-
ið verður drigið inn í próvhoyringina, ella um próvtakarin sjálvur ger av, um hann brúkar tað. Fylgisskjølini
skulu ikki vera soleiðis háttað, at próvtakarin heldur gmnd vera fyri at brúka fyrireikingartíðina til beinleiðis at
svara uppgávum.
4.6 f fyrireikingini til próvtøkuna verður avtala gjørd millum valbólkin og læraran, um telda skal nýtast til próv-
tøkuna. Verður avtalað at brúka teldu, skal ein telda vera tøk bæði í fyrireikingar- og próvtøkuhølinum. Nýtsla
av telduni má einans fevna um ein minni part av próvtøkuhoyringini. Bæði próvtakari og próvhoyrari kunnu
draga telduna inn í próvhoyringina. Meðan próvtøkan fer fram, sær próvhoyrarin til, at eingin óviðkomandi
brúkari hevur atgongd til teldumar, sum verða brúktar í fyrireikingini og til próvhoyringina.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.