Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 194
342
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Alt eftir torleikastigi verða lisnar í minsta lagi 130 normalsíður og mesta lagi 150 normalsíður.
3.2 Lesipensum skal vera fjøltáttað og fevna um bæði fagurbókmentaligar og yrkisbókmentaligar tekstir á hósk-
andi torleikastigi, og tekstimir skulu serliga vera frá tíðini eftir 1945.
3.3 í lesipensum skal vera tilfar, sum gevur næmingunum møguleika gjølligari at viðgera avgerandi partar av
mentanini í týskttalandi londunum úr søguligum og nútíðarligum sjónarhomi, og sum um somu tíð geva næm-
ingunum eina fjøltáttaða og javnvigaða mynd av týskttalandi londunum.
3.4 Serligur dentur verður lagdur á at venja orð og máliskur, sum em týdningarmikil fyri førleikan hjá næming-
unum at málbera seg á týskum. Undirvísingin í mállæru skal leggja dent á tey evni, sum em neyðug fyri munn-
liga og skrivliga málførleikan.
3.5 Skrivliga arbeiðið skal fevna um ymisk uppgávusløg, hemndir um uppgávur í sambandi við teir lisnu tekst-
imar. Latnar verða inn 6 fríar uppgávur á 1-3 síður og 5 uppgávur á 0,5-1 síðu. Umframt hetta skal eisini arbeið-
ast við tí skrivliga í tímunum. Tá ið skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði
í felag og einsæris.
3.6 Teld er partur av undirvísingini.
3.7 Hvør pultstími, sum burturav verður brúktur til audiovisuella undirvísing, kann umroknast til 2 normalsíður
í lesipensum, tó í mesta lagi 15 normalsíður tilsamans.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfars-
útflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna í minsta lagi 65 normalsíður
og í mesta lagi 75 normalsíður.
4.3 Próvtøkupensum fevnir um ótillagaðar tekstir, soleiðis at lesipensum - bæði innan fagurbókmentir og yrkis-
bókmentir - er umboðað við fleiri ymiskum tekstum av ymiskum tekstasløgum.
4.4 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum
lesipensum.
4.5 í fyrireikingarrúminum skulu Fein eintøk av øllum tí tekstatilfari, sum er gjøgnumgingið í undirvísingini,
vera til taks til próvtakaramar. Um tekstaútgávumar hava viðmerkingar, hemppií prentaðar ella ljósprentaðar
orðalistar, hava próvtakaramir loyvi at brúka tær. Próvtakaramir kunnu hammframt í fyrireikingartíðini brúka
egnar uppskriftir frá undirvísingini. Fyribrigdið egnar uppskriftir fevnir ikki um viðmerkingar í teimum lisnu
tekstunum ella um umsetingar av teimum lisnu tekstunum. Eingir aðrir hjálparmiðlar em loyvdir, heldur ikki
handbøkur sum orðabøkur, mállæmr, alfrøði o. tíl. Verða tekstir, sum em til í undirvísingarbókum, brúktir ljós-
prentaðir, mugu broytingar ikki gerast í mun til útgávuna í sambandi við próvtøkuna, t.d. soleiðis at orð, við-
merkingar og møgulig onnur hjálp em sett inn í støðum, har tað ikki stendur í uppmnaútgávuni. Til tess at styðja
framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini,
men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.
4.6 Próvhoyrt verður íyrst í einum ólisnum prosabroti á hóskandi torleikastigi á utnleið 1 normalsíðu, sum
próvdómarin hevur valt. Síðan verður próvhoyrt í einum broti úr lisnu tekstunum á umleið 0,5 normalsíðu.
a) Próvhoyringin í ólisnum teksti fer fram á henda hátt: Fyrst tosa próvtakari og próvhoyrari saman á føroysk-
um um teir fyrstu 3/4 av tekstinum. Síðani umsetur próvtakarin tann síðsta 1/4 av tekstinum til føroyskt.
b) Brotið úr teimum lisnu tekstunum verður lisið upp, og við støði í brotinum fer ein samtala fram á týskum,
sum skal kanna málførleika og tekstainnlit próvtakarans.
5.1 í dømingini av málførleikanum verður høvuðsdenturin lagdur á, hvussu flótandi og natúrligt próvtakarin
málber seg, heldur enn um allir staklutir eru rættir.
5.2 Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.