Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 198
346
3.2 Lisnar verða 150-200 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum kann hava tveir hættir (A ella B). Næmingar frá sama valbólki nýta
sama próvtøkuhátt. Lærarin velur próvtøkuháttin í samráð við næmingamar. Sjálvlesandi og næmingar, ið fara
til próvtøku eftir serligum treytum, skulu nýta próvtøkuhátt A.
4.2 Próvtøkuháttur A er ein óbýtt próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá
er vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.3 Próvtøkuháttur B er í tveimum pørtum og fevnir um eina verkliga próvtøku við eini ástøðiligari próvtøku
aftaná. Til verkligu próvtøkuna er eingin fyrireikingartíð, og próvhoyringartíðin er umleið 1 tíma fyri hvøtjar
bytjaðar 4 próvtakarar. Til ta ástøðiligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 20 minuttir, og tá er vegleiðing
og tilfarsútflýggjan íroknað. 3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.
4.4 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, verður valt burtur úr tí, sum
undirvíst verður í í fyrru og seinnu hálvu. Hvør næmingur gevur upp tær báðar verkevnisfrágreiðingamar, sum
hann hevur verið við til at gera, umframt umleið 80 síður av lisna ástøðiliga tilfarinum. Eisini verður givið upp
verkliga arbeiðið og royndararbeiðið.
4.5 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir um tvey
evnisøki. Innan hvørt evnisøki verður givið upp ein gjørd og góðkend verkevnisfrágreiðing á umleið 25 síður,
umframt 150-200 síður av nágreiniliga lisnum tilfari. Próvtakarin skal prógva at hava verkligar og tøkniligar
royndir innan tey bæði uppgivnu evnisøkini. Verkevnisffágreiðingamar skulu latast skúlanum áðrenn 1. mai og
góðkennast av próvhoyraranum.
4.6 í sambandi við próvtøkuhátt A og tann ástøðiliga partin av próvtøkuhátti B kann próvtakarin nýta hesar
hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini: Verkevnisfrágreiðingar og aðrar frágreiðingar hjá sær sjálvum, góðkendan
lummaroknara og lærubøkur, talvultilfar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er framleitt í sam-
bandi við undirvísingina, ella sum er tilskilað á pensumlistanum og í próvtøkuuppgevingunum.
4.7 Próvtøkuháttur A verður hildin á henda hátt: Próvtakarin fær ein próvtøkuspuming, sum hevur støði í øðr-
um av verkevnisfrágreiðingunum. Verkliga arbeiðið og royndararbeiðið, sum hevur verið knýtt at undirvísing-
ini, umframt viðkomandi ástøðiligt tilfar verður tikið við í spumingin. Saman við próvtøkuspumingunum skulu
vanliga verða útgreinandi spumingar og skjalatilfar (t.d. talvur, myndir, objekt ella tól).
4.8 Próvtøkuháttur B verður hildin á henda hátt: Verkliga próvtøkan fevnir um einfaldan starvsstovukunnleika
og handfaring av tólum, kemikaliura, v.m. I mesta lagi 8 próvtakarar verða próvhoyrdir í senn, og próvtakarar-
nir arbeiða einsæris ella saman tveir og tveir. í byijanini verður ein forskrift ella vegleiðing útflýggjað. Við hes-
um sum støði gera próvtakaramir viðkomandi roynd, analysu e.t., sum skal hava tilknýti til eitt av teimum báð-
um verkevnunum ella til eina av teimum smærru royndunum, sum ávegis em framdar og greiddar frá. Tann
verkliga próvtøkan verður framd eftir somu skipan sum greitt frá í próvtøkuhátti A.
4.8 Verkevnisfrágreiðingamar verða í avriti sendar próvdómaranum, í seinasta lagi samstundis sum próvtøku-
spumingamir verða sendir honum.
5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.