Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Qupperneq 202
350
11. Rektarin/skeiðleiðarin hevur ábyrgdina av
1) at regluligir fundir verða hildnir millum leiðslu skúlans og lestrarvegleiðaramar,
2) at lestrarvegleiðaramir gera eina árs-/hálvársætlan fyri útbúgvingar- og yrkisvegleiðingina. Av hesi ætlan
skal síggjast, hvussu metti tørvurin fyri vegleiðing verður fyri árið, smb. 3-7, umframt at skrivstovutíðir
hjá vegleiðingini skulu vera tilskilaðar,
3) at tímamir til felagsvegleiðingina verða lagdir og býttir á hóskandi hátt,
4) at næmingar, sum gevast í útbúgvingini, verða vístir til samtalu við lestrarvegleiðara, og
5) at samlaðu lestrarvegleiðarauppgávumar á skúlanum verða býttar við atliti at tí samlaðu arbeiðsbyrðuni og
arbeiðstíðini hjá tí einstaka lestrarvegleiðaranum.
HF-kunngerðin
1.
Edv
Endamálið
Fylgiskjal 31
Juli 1996
Endamálið er:
- at næmingamir verða kunnaðir við at nýta teldumar á skúlanum,
- at næmingamir fáa kunnleika til at nýta edv í ymiskum fakligum høpi, og
- at næmingamir fáa innlit í og møguleika fyri at ogna sær sjónarmið og hugburð um samspæl millum edv, men-
niskja og mentan.
Undirvísingin
2.1 í einum 2-ára skeiðlestri bytjar undirvísingin við einum brúkaraskeiði í 1. hálvu. Brúkaraskeiðið skal fevna
um í minsta lagi 2 av teimum almennu amboðsforritunum, sum em í teldunum hjá skúlanum, t.d. tekstviðgerð,
rokniark, dátagrunn, serfrøðingarkervi, hypertekst ella tílíkt.
2.2 Brúkaraskeiðsundirvísingin fer fram í eini ella fleiri av teimum læmgreinum, sum hava ein skrivligan tátt.
3. Stakgreinalesandi verða bjóðað brúkaraskeið í edv, smbr. stk. 2. Stakgreinalesandi, sum seta saman próvtøkur
í støkum lærugreinum til eina samlaða HF-próvtøku, verða bjóðað edv-brúkaraskeið, smbr. § 8, stk. 3.
4.1 Edv-undirvísngin er partur av undirvísingini í teimum einstøku læmgreinunum og/ella í tvørfakligum sams-
tarvi, smbr. læmgreinafýlgiskjølini.
4.2 Samlaða undirvísingin í edv fevnir um umleið 80 tímar.
5. Á hvøijum ári verður fráboðan um vav og innihald av edv-undirvísingini sent Skúlafyrisitingini. Viðvíkjandi
brúkaraskeiðinum verður fráboðan send á serligum pensumlista. Fyri hina edv-undirvísingina skal fráboðast
sambært ásetingunum í teimum einstøku læmgreinunum.