Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 205
353
Ásetingar í teim einstøku lærugreinunum
Alisfrøði
8.1 í alisfrøði sum vallærugrein er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi
hevur staðið felagslærugreinina alisfrøði-evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.
8.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av vanligari starvs-
stovuútgerð, venur starvsstovufimi og fær kunnleika til vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við starvs-
stovuarbeiði.
8.3 Tey øki, sum skulu viðgerast, skulu serliga vera tey, sum eru lýst í høvuðsevnunum í lærugreinini, og mið-
að verður eftir tílíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd.
8.4 Tann sjálvlesandi skrivar 9 frágreiðingar.
9.1 í alisfrøði á hástigi er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi hevur staðið
vallærugreinina í alisfrøði ella samsvarandi.
9.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvlesandi fær venjing í nýtslu av nútímans starvs-
stovuútgerð.
9.3 Tey øki, sum skulu viðgerast, eru fyrst og fremst tey øki, sum eru lýst í høvuðsøkjunum í lærugreinini á
hástigi, og miðað verður eftir tflíkari breidd, at øll øki verða viðgjørd. Arbeiðið skal leggjast soleiðis til rættis,
at krav verður sett tí sjálvlesandi um sjálvstøði og skapanarhug.
9.4 Tann sjálvlesandi skrivar 10 frágreiðingar.
Alisfrøði-evnafrøði
10.1 í felagslærugreinini alisfrøði-evnafrøði verður starvsstovuskeiðið lagt soleiðis til rættis, at tann sjálvles-
andi fær kunnleika til grundleggjandi arbeiðshættir og arbeiðsgongdir í alisfrøði og evnafrøði, tá ið tað snýr seg
um royndir, soleiðis at tann sjálvlesandi fær kunnleika til vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við roynd-
ararbeiðið.
10.2 Skeiðið fevnir um 12 royndir, ið skulu viðgera týðandi tættir innan høvuðsøkini:
a) uppbyggjan av evnum umframt
b) evnis- og orkuumskapan.
Javnt býti skal vera millum evni úr alisfrøði og úr evnafrøði.
10.3 í sambandi við hvørja roynd skrivar tann sjálvlesandi sjálvur eina frágreiðing.
Evnafrøði
11.1 í vallærugreinini evnafrøði er tað ein fyritreyt fyri at luttaka í starvsstovuskeiðinum, at tann sjálvlesandi
hevur staðið felagslærugreinina alisfrøði-evnafrøði ella hevur eitt samsvarandi fakligt støði.
11.2 Starvsstovuskeiðið verður lagt soleiðis til rættis at tann sjálvlesanđi fær venjing í nýtslu av vanligari starvs-
stovuútgerð og fær kunnleika til at handfara kemikaliir.
11.3 Miðast skal ímóti einari tflíkari breidd, at royndimar lýsa so nógv øki og grundleggjandi arbeiðsgongdir
sum gjørligt innan evnafrøðina. Hesi øki skulu vera umboðað:
a) evnafrøðilig binding,
b) evnafrøðiligar reaktiónir,
c) evnafrøðilig javnvág,
d) reaktiónsferð,
e) lívrunnin evnafrøði, og
f) ólívmnnin evnafrøði.
Hesi tól skulu verða nýtt í royndunum: pH-mátari, spektrofotomátari, gaskromatografur, slípiútgerð til lívrunna
syntesu og møguliga konduktomátari. Mælt verður til at taka uppí umhvørvisevnafrøði í eina ella fleiri royndir.
11.4 Tann sjálvlesandi skal gera 9 størri royndir, og skal hann sjálvstøðugt skriva eina frágreiðing um hvøija
roynd.