Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Blaðsíða 213
361
mun til talið á próvtakarum.
Stk. 2. Næmingamir mugu ikki kunnast um talið á
spumingum, hvussu spumingamir em orðaðir, ella
um talið á spumingum f teimum einstøkum pørtunum
av próvtøkupensum.
Stk. 3. Próvtøkuspumingamir verða av próvhoyraran-
um sendir um skúlan/skeiðið, soleiðis at teir em próv-
dómaranum í hendi í seinasta lagi 4 gerandisdagar
áðrenn próvtøkudagin. Fylgiskjøl verða send við í
neyðugan mun.
Stk. 4. Próvdómarin kann - so vítt gjørligt dagin und-
an próvtøkudegnum - heita á próvhoyraran um, at
einstakir nærri tilskilaðir spumingar verða strikaðir,
broyttir ella lagdir afturat. Verður áheitanin ikki tikin
til eftirtektar, skrivar próvdómarin frágreiðing til
Skúlafyrisitingina, tá ið próvtøkan er lokin.
Stk. 5. Próvtøkuspumingamir verða skrivaðir á ella
festir í eitt serligt oyðiblað, sum Skúlafyrisitingin ger.
Aftan á próvtøkuna skriva bæði próvhoyrari og próv-
dómari undir oyðiblaðið. Oyðiblaðið verður latið
rektaranum/skeiðleiðaranum saman við møguligum
fylgiskjølum til spumingamar.
§ 29. í læmgreinum, har próvtøkan verður í ólisnum
teksti, sum próvdómarin velur, skal próvdómarin í
seinasta lagi 7 dagar undan próvtøkuni senda próv-
hoyraranum eitt eintak av teimum tekstunum, sum
ætlanin er at nýta til próvtøkuna, og ein lista yvir tey
tekstastøð, sum verða løgd fyri próvtakaramar. Listin
skal fevna um so nógv tekstastøð, at próvhoyrarin
kann strika í minsta lagi 1/5 av teimum, og soleiðis at
allir próvtakarar kunnu velja ímillum í minsta lagi 4
ymiskar tekstir. Próvhoyrarin kann, við munnligari
samráðing fyri próvtøkuna, heita á próvdómaran um,
at próvtakaramir fáa einstøk orð umsett, ella at hesi
orðini fáa serligar frágreiðingar. Próvdómarin hevur
við sær neyðug eintøk/ljóstøk av ólisnum tekstum.
Stk. 2. í læmgreinum, har próvtøkan verður í ólisnum
teksti ella í ikki-gjøgnumgingnum tónleikastykki/-
myndatilfari o.ø., sum er valt av próvhoyraranum,
skal hesin í seinasta lagi 7 dagar undan próvtøkuni
senda próvdómaranum ein lista yvir tekstir/tónleika-
stykki/myndatilfar o.a., sum próvhoyrarin fer at
leggja fyri próvtakaramar. Tekstimir/tónleikastykk-
ini/myndatilfarið o.a. verða hjáløgd í neyðugan mun
sum bond/ljóstøk.
§ 30. Tær munnligu próvtøkumar em almennar,
smbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Rektarin/skeiðleiðarin kann tó avmarka at-
gongdina til próvtøkuhølið vegna plásstrot, eins og
hesin somuleiðis kann nokta einstaklingum atgongd
ella vísa teir burtur, um hetta verður hildið at vera
neyðugt fyri at tryggja frið og skil í próvtøkuhølinum.
Rektarin/skeiðleiðarin kann hemmframt víkja frá
ásetanini í stk. 1, har serlig viðurskifti hjá próvtakar-
anum tala fyri tí.
Stk. 3. Ljóð- ella myndaupptøka undir próvtøkuni er
ikki loyvd.
§ 31. Munnliga próvtøkan fer ffam sum ein av próv-
hoyraranum leidd samtala, samanber eisini studenta-
skúla- og HF-kunngerðimar. Próvdómarin ger av,
nær próvhoyringin er liðug.
§ 32. Verður ein próvtakari ov seinur til eina munn-
liga próvtøku, ger rektarin/skeiðleiðarin av - við støði
í einari meting - um seinkingin hevur eina rímiliga
gmndgeving, og um próvtakarin kann próvhoyrast í
læmgreinini seinni í próvtøkugongdini.
Stk. 2. Reglumar í § 22 em somuleiðis at nýta fyri
munnliga próvtøku.
§ 33. Loyvdir hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini í
teimum einstøku læmgreinunum em tilskilaðir í stu-
dentaskúla- og HF-kunngerðunum.
Stk. 2. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgdina av at hava
við sær útflýggjað ljóstøk, frágreiðingar, uppgávur,
dagbøkur (joumalir), uppskriftir, skrivi- og tekniam-
boð umframt møguligan lummaroknara.
Stk. 3. Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at hinir
loyvdu hjálparmiðlamir, hemndir lærubøkur og evn-
issøvn umframt møgulig tól, em til staðar í fyrireik-
ingarhølinum og próvtøkuhølinum, og at bert loyvdir
hjálparmiðlar em til staðar f fyrireikingarhølinum.
§ 34. Próvtakaramir fáa próvtøkuspumingamar við at
velja millum seðlar, sum skulu vera óglærir og eins-
háttaðir. Einstaki próvtakarin skal hava í minsta lagi
4 seðlar at velja ímillum. Próvtøkuspumingurin verð-
ur latin próvtakaranum skrivliga.
Stk. 2. f tí føri ein próvhoyring fevnir um fleiri spum-
ingar, sum em óheftir hvør av øðmm, velur próvtak-
arin ein seðil fyri hvønn spuming.
Stk. 3. Próvdómari og próvhoyrari skulu báðir vera
hjástaddir, tá ið próvtakarin velur ein spuming. Próv-
hoyrarin skal, meðan próvdómarin lýðir á, tryggja
sær, at próvtakarin hevur skilt spumingin.
§ 35. f fyrireikingartíðini má próvtakarin ikki hava
møguleika at venda sær til onnur um fakligar spum-
ingar. Próvtakaranum skal vera tryggjaður friður og
skal so vítt gjørligt sita einsamallur í einum høli. Um
fleiri próvtakarar fyrireika seg í sama høli, skal eftir-
lit vera.
Stk. 2. f fyrireikingartíðini er loyvt próvtakaranum á
pappíri, sum skúlin/skeiðið hevur lagt fram til enda-
málið, at gera uppskriftir, sum hann kann hava við
sær til próvhoyringina.
Stk. 3. Meðan próvhoyringin fer fram, er tað loyvt
próvtakaranum at stiðja seg til próvtøkuspumingin
við møguligum fylgiskjølum og til uppskriftir, gjørd-
ar í fyrireikingartíðini. Próvhoyrari og próvdómari
hava rætt til at síggja uppskriftimar, men hesar mugu
ikki verða tiknar frá próvtakaranum.
§ 36. Avrikið hjá próvtakamnum skal dømast hvørt
sær. Próvdøming fer fram eftir hvørjari próvhoyring,
smbr. § 51, stk. 3, nr. 2. Próvdómarin sigur sína døm-