Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 91

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Page 91
239 Innihaldið í undirvísingini 11.1 Undirvísingin fevnir um 2 høvuðsevni og 1 valfrítt evni. 1) Flata- og rúmgeometri. Vektrar Undirvísingin skal dýpa kunnleika næminganna til lýsing av punktmongdum í flatanum og í rúminum við- gjørdar geometriskt og við rokning. Næmingamir skulu verða kunnaðir við vekturhugtakið í tveimum og trimum dimensiónum, og teir skulu duga at brúka vekturrokning sum amboð. Evnini eru: Vektrar í flatanum og í rúminum, vekturkrosstøl. Rokning við vektmm, herundir skalarfald av tveimum vektmm. Tvørvektur, determinant og vekturfald. Niðurfelling av vektri á vektur. Við rokning at lýsa einfaldar punktmongdir í flatanum og í rúminum. Frástøða og vinkul ímillum punktmongdir, skering av punktmongdum. Vekturfunkur við einum reellum variabli (parametri). Strýtuskurðir. 2) Integralrokning. Differentiallíkningar Næmingamir skulu fáa innlit í hugtøk í sambandi við integralrokning og innlit í samspælið ímillum diffe- rentialrokning og integralrokning. Næmingamir skulu fáa venjing í at seta upp støddfrøðiligar frymlar við differentiallíkningum. Evnini em: Forfunka, ómarkað og markað integral. Markaða integralið sum marknavirði hjá samløgum. Integratión við rokning og við numeriskum rokniháttum. At rokna vídd og rúmd. Frymlar við differental- líkningum, m.a. av slagnum y’=h(x)g(y) og y”=ky. Tær øvutu hjá trigonometrisku funkunum og integral, sum kunnu verða roknað við teimum. 3) Valfrítt evni í minsta lagi 25 pulstímar verða brúktir til hetta. 11.2 Nærri um einstøku høvuðsevnini og valfría evnið: Viðv. I) Flata- og rúmgeometri. Vektrar Lýsingin av punktmongdum í flatanum verður víðkað til at fevna um lýsing við vektrum, herundir lýsing av rættari linju við rætnings- og normalvektri. Lýsing av punktmongdum í rúminum skal fevna um rætta linju, flata og kúlu. Vinkul ímillum linju og flata, ímillum tveir flatar, roknað við vektrum. Skering ímillum linjur, flatar, linju og flata og flata og kúlu verður viðgjørd. Strýtuskurðimir verða lýstir bæði geometriskt og við rokning. Tekning av rásum í flatanum hjá einføldum verkturfunkum. Nevnt verður, hvussu ein ferð- vektur til rásina kann verða lýstur sum ein vektur, hvørs krosstøl eru teir avleiddu hjá krosstalsfunkunum hjá staðvektrinum. Somuleiðis fyri acceleratiónsvektur, lýst við dømum, m.a. javnari sirkulrørslu. Viðv. 2) Integralrokning. Differentiallíkningar Integralrokning skal fáa eina samanhangandi og reglufasta viðgerð, og framd verður próvførsla av nøkrum høvuðssetningum. Viðgjørt verður bæði integral sum marknavirði av samløgu og sambandið ímillum inte- gral og forfunku. At rokna vídd og rúmd verður viðgjørt, og ymiskar tulkingar verða nevndar. Dømi um nýtslu av integralrokning í øðrum lærugreinum, eitt nú at rokna inertimoment í alisfrøði. Námir og numer- iskir hættir at rokna integral verða viðgjørdir, herundir lutvís integratión, integratión við innseting og nýtsla av integraltalvum, t.d. normalbýtistalvum. Við innseting verða eisini víst dømi, har sinus, kosinus og tan- gens verður nýtt, og funkumar arccos, arcsin og arctan verða viðgjørdar. Integratión við numeriskum hátt- um gmndað á vinstra-, høgra- og miðsumm verður viðgjørd. Víst verður, hvussu differentiallíkningar verða settar upp, og yvirhøvur skal fatanin av differentiallíkningini sum frymil merkja undirvísingina. Dømi um áseting av fullkomiligari loysn til differentiallíkningar verða viðgjørd í undirvísingini, uttan at kravt verður alment ástøði til loysn av differentiallíkningum. Loysnir og hættir at loysa differentiallíkningar av slagnum y’=h(x)g(y). Loysnir til differentiallíkningamar y’=ky, y’=y(b-ay) og y”=ky verða viðgjørdar. Arbeiðið fevnir eisini um at tekna rásir hjá loysnum. Viðv. 3) Valfrítt evni Málið við tí valfría evninum er at dýpa eitt av høvuðsevnunum ella at arbeiða við einum nýggjum stødd- frøðiligum evni. 11.4 Lisnar verða einar 170-260 síður, treytað av valda undirvísingartilfarinum. Próvtøkan 12. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka. 13.1 Til munnligu próvtøkuna er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. 13.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna umleið 2/3 av lesipensum, valt soleiðis, at býtið á høvuðsevnini er nøkulunda javnt. Eisini partar av valfría evninum verða gevnir upp til próvtøkuna. Treytað av valda tilfarinum og hvussu tað er skipað, verða givnar upp einar 115-175 síður.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216
Page 217
Page 218
Page 219
Page 220
Page 221
Page 222
Page 223
Page 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.