Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 100

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.08.1996, Side 100
248 2) Forritan (uml. 35%). Viðgjørdar verða grundleggjandi algoritmur og databygnaðir. Undirvíst verður í ein- um hóskiligum almennum forritsmáli, ið er at skilja sum eitt mál, ið a) hevur eina smidliga typufatan, b) gevur góðar møguleikar fyri at sýna databygnaðir í verki, c) fevnir um møguleikar fyri lætta módulisering av forritum d) hevur lætta atgongd at vanaritskáum e) fevnir um brúkaravinarligar uppsetingar-, eftiransingar- og feilfinningarhentleikar. Næmingamir skulu arbeiða við einum avmarkaðum kjama av forritsmálinum og gerast førir fyri at brúka skipaða forritsmenning. Stigskipað uppbygging av forritsmódlum skal vera gmndleggjandi táttur í undirvís- ingini. Undirvísingin í tí ítøkiliga málinum verður avmarkað til grundleggjandi lutir í málinum, og dentur skal leggjast á tað sjálvstøðuga arbeiðið hjá tí einstaka næminginum við at forrita. Hetta kann gerast við, at hvør einstakur næmingur loysir smærri uppgávur ella við arbeiði í bólkum, har næmingamir í felag gera størri forrit. Umframt nevndu forritshættir skulu næmingamir arbeiða við einum úrvali av gmndleggjandi teldubygnaðum og algoritmum við myndandi dømum. 3) Bygnaðurin í telduni (uml. 15%). Undirvísingin skal leggja dent á ta grundleggjandi meginregluna í teld- uni, at hon er ein maskina, ið kann viðgera súmbol eftir einari frammanundan fastlagdari skipan. Tvísemið millum forrit og teldu verða viðgjørd. Samlát er nóg mikið at lýsa tær grundleggjandi meginreglumar. Kunnað verður um týdningarmestu kervisforritini og samspælið teirra millum. Undirvísingin á hesum øki skal geva næmingunum fatan av, hvussu ein telda í høvuðsheitum virkar. Næmingamir skulu kunnast um eitt grundleggjandi teldusnið og teimum skal gerast greitt, at meginreglan er algyldug. Undirvísingin skal hammframt viðgera samspælið millum tey ymisku stigini í forritum og í tólbúnaði. Næmingamir skulu roy- na at skriva einføld forrit á maskinmálsstøði í samskifti við tann nýtta ffymilin, og teir skulu fáa innlit í tví- semið millum forrit og data, soleiðis sum tað kemur til sjóndar á hesum forritsstøði. 4) Forrit og mál (uml. 15%). Undirvísingin skal dypa royndir næminganna við teimum tydningarmestu møgu- leikunum og avmarkingunum í nýtslu av teldum, sum kravið til formfesting setur. Forritini skulu sostatt berast fram sum tekstir, ið em orðaðir á einum máli, hvørs syntaks og semantikkur kann formfestast, og næmingamir skulu læra at kenna nøkur av teimum háttaløgum, sum verða brúkt at lýsa slík formfest mál. f hesum sambandi verður munurin millum natúrligt mál og formfest mál lýstur. í undirvísingini verða dømi um greiðsluevnisstøður umrødd, har ein algoritmisk lýsing av svarháttalagnum prinsipielt ikki er gjørlig, umffamt dømi har trupulleikamir í veruleikanum ikki kunnu loysast. Næmingamir skulu í undirvísingini kunnast um formligar mállæmr og týdning teirra fyri umsetarar og tulkarar. 5) Valfrítt evni (uml.20%). Arbeiðið við valfría evninum verður skipað sum ein arbeiðsgongd, har næmingar- nir hvør sær ella í bólkum viðgera eitt serliga valt evni. Verður arbeitt í bólkum, kann arbeiðið hjá bólkun- um gerast partur av einum felags yvirorðnaðum evni, ella evnini kunnu vera ymisk ffá einum bólki til annan. Arbeiðið verður lagt til rættis í samráð við læraran. Undir fyrireikingunum av arbeiðinum við tí valfría evninum skal ein avmarking av evninum setast fyri at tryggja eina rímiliga dýping. Lærarin skal góðkenna val næminganna av evni, og fyrireikingin av arbeiðsgongdini skal fara fram í samarbeiði millum næm- ingamar og læraran. Urslitið av arbeiðinum við valfría evninum er, at hvør næmingur skrivar eina frágreið- ing. Frágreiðingin verður annaðhvørt skrivað sum einstaklingsfrágreiðing ella sum paitur av einari bólka- frágreiðing. 6) Skrivligt arbeiði. Sum heild hevur tann skipandi og skapandi spumingurin stóran týdning í undirvísingini, og hann skal serliga lívgast f sambandi við skrivliga arbeiðið, bæði við at svara einføldum venjingampp- gávum eins og frágreiðingum. Ein partur av skrivliga arbeiði næminganna skal gerast við teldum skúlans ella við líknandi útbúnaði. Gjørdar verða skrivligar venjingamppgávur í sambandi við tað lisna tilfarið. Ar- beiðið við at svara hesum venjingaruppgávum fer vanliga fram í flokkinum. Frágreiðingamar em úrslit av arbeiði næminganna við ítøkiligum greiðsluevnissetningum í einum undirvísingarskeiði. Arbeiðið við hvørjari frágreiðing sær skal í hvørjum einstøkum føri svara til undirvísing í 1-2 vikur. I tíðarskeiðum við frágreiðingararbeiði skulu næmingamir ikki tyngjast við øðmm heimaarbeiði ella venjingaruppgávum. Næmingar kunnu svara uppgávum og skriva frágreiðingar í bólkum við upp til 4 næmingar. 3.2 Lisnar verða einar 250-300 síður, treytað av torleikastiginum í tí nýtta undirvísingartilfarinum. Próvtøkan 4.1 Hilđin verður ein munnlig próvtøka við fyrireikingartíð. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá em vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. 4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum 125-175 síður, við tað at síðutalið er treytað av tí nýtta undirvísingartilfarinum, umframt frágreiðingar, gjørdar í sambandi við tey upp- givnu evnisøkini. í minsta lagi 4 av høvuðsøkjunum í undirvísingini skulu vera umboðað í próvtøkupensum. Al- frøðisligar bókmentir kunnu einans verða partur av pensum í avmarkaðum høpi. Forritstekstir skulu finnast út-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216
Side 217
Side 218
Side 219
Side 220
Side 221
Side 222
Side 223
Side 224

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.